top of page

HVAT EG KANN VÆNTA

Kemur tú á Brekkuleguna 2025, kemur tú til eina fantastiska uppliving! Eina uppliving fyri lívið! Á Brekkuleguni sleppur tú at royna teg sum ein sannur skóti við nógvum stuttligum virksemum, hugna, legubáli og øðrum.

 

 

Brekkulegan er ein serstak leguuppliving við avmarkaðum plássum. Vit hava valt hetta fyri at kunna skapa eina heilt serliga uppliving, sum ikki ber til at skapa, tá ið legurnar eru ov stórar. Á Brekkuleguni ert tú ein partur av einum fantastiskum felagsskapi!

 

 

Legan er skipað við einari høvuðsskrá, har tit koma at velja innihaldið í skránni. Hvør patrúlja hevur sítt innihald, alt eftir hvørji virksemir hon velur.

 

 

Legan er deild upp í fýra ymiskar undirlegur har vit hava Adventure Day, Culture Day, Back to Basics og Hike. Hvørt kvøld kemur at vera eitt legubál, har vit koma at hugna okkum saman við sonnum skótaanda. Eisini koma vit at hava eina skótabygd á leguøkinum, har ymiskt hugnaligt og spennandi verður at uppliva.

 

 

Aftrat hesum verður “On Site Activites”, sum eru virksemir, ið eru á leguøkinum. Hetta eru minni virksemir, sum man bara møtir upp til, um man ynskir at royna tey. Eisini vera onkrar kappingar gjørdar.

 

 

Á leguni leggja vit dent á, at tað skal vera stuttligt at vera skóti. Samstundis sum vit eisini ynskja at skapa eina felagsskap tvørturum landamørk. 

bottom of page