Búgva hjá einari føroyskari familju
Hesin møguleikin er serliga ætlaður teimum, sum hava tilmelda seg í eina atljóða skóta patrúlju ella sum IST’ara. Hetta eru føroyskar familjur, sum sjálvboðin hava bjóða seg at tikið skótar heim til sín at búgva og bjóða teimum eina uppliving.
Í miðal tekur ein familja umleið 1-2 skótar. Tú fært eitt stað at sova, atgongd til ves og brúsu og eisini fært tú mat frá familjuni. Aftrat hesum sleppur tú verðuliga at vita hvussu tað er at vera ein føroyingur.
Av tí at familjurnar gera hetta sjálvboðið, er eingin kostnaður, tá ið man velur eian føryska familu.
Allar familjurnar eru valdar av Brekkulegu toyminum, so vit kunnu tryggja at tú ert hjá einari tryggari og góðari familju.
Tað er sjálvandi avmarka pláss til at sova hjá einari føroyskari familju og geva vit tí IST’arum og tey sum hava tilmelda seg í eina altjóða skóta patrúlju fyrsta rætt at fáa hendan møguleikan.