
Tilmelding
Tilmeldingin til Brekkuleguna 2025 er nú fullteknað, og freistin til fyrstu tilmeldingina er farin. Stórur áhugi er um Brekkulegan 2025. Legan er fulltekna, men til ber at senda fyrispurning in til okkum, um man ynskir eitt pláss, so kunnu vit koyra teg á bíðilistan, um nú onkur annar hoppar frá.
Tey, sum longu hava tilmeldað seg, fáa meira kunning, tá ið legan nærkast, um hvussu tey kunnu melda seg til ávís virksemi o.s.fr..
Seinna tilmeldingin verður í februar, har øll skulu gjalda legugjaldið og avgreiða aðrar neyðugar upplýsingar.
Vit gleða okkum at bjóða øllum, sum hava fingið pláss, vælkomin og síggja fram til eina ógloymandi leguuppliving í Føroyum!
Seinna tilmeldingin
Í Februar verður seinna tilmeldingin til Brekkuleguna. Hetta er ein tilmelding, sum øll ið hva tilmelda seg til Brekkuleguna skulu gera. Aftrat hesum er hetta, tá ið legugjaldið skal gjaldast. Í hesari tilmeldingini koma við at spyrja um fleiri upplýsingar um hvønn einstaka skóta. So sum navn, eftirnavn, aldur o.s.fr. Øll tey sum eru tilmeldaði fáa ein teldupost sendandi einaferð seinni í hesum árinum við øllum upplýsingunum vit skulu hava. Eisini koma upplýsingarnir at liggja her.
Hvat er við í legukostnaðinum
Við í legukostnaðum er alt tað neyðuga fyri at vera áleguni. Skótar og leiðarar fáa eitt øki at sova á, mat, ferðing til og frá virksemum og so eru eisini tey flestu virksemini við í kostnaðum.
IST’arar fáa eitt stað at sova, mat, ferðing til og frá virksemum og so sleppa tey eisini at uppliva okkurt á leguni.
Alt grundleggjandi fyri at vera á Brekkuleguni 2025 er við í kostnaðinum.
Legualdur
Luttakarar: føddir í 2008 til 2013
IST’arar: Føddir í 2007 ella fyrr
Leiðarar: 20 ár ella eldri
Hjálparfólk: 18 ár ella eldri (Einans ein møguleiki fyri føroyingar)
Legukostnaður
Luttakarar, IST’arar og leiðarar skulu gjalda tilmeldingargjaldið sum er 200,00 DKK. Har aftrat skulu tey eisini gjalda legugjaldi, sum er hetta:
Luttakarar: 1.200,00 DKK
IST’arar: 800,00 DKK
Leiðarar: 800,00 DKK
Hjálparfólk: Ókeypis