top of page

Patrúljur

Patrúljur á Brekkuleguni 2025 eru bólkar av við luttakarum, sum búgva saman og luttaka á virksemum saman. Ein skal vera skipað við 4-8 luttakarum, sum saman við einum ella fleiri leiðarum mynda eitt sterkt samanhald (Uttan annað undantaksloyvi er givið). Patrúljur eru ein týdningarmikil partur av skótalívinum og skapa eitt umhvørvi, har skótar læra at samstarva, taka ábyrgd og loysa avbjóðingar í felag.

 

Ígjøgnum dagin eru patrúljurnar við til ymiskt virksemi, sum styrkir samanhaldið og geva skótunum upplivingar fyri lívið. Hvørt virksemi gevur patrúljuni møguleikan at brúka síni skótakynstur og læra nýggjar førleikar, alt meðan tey hava tað stuttligt og mennandi saman.

 

Á Brekkuleguni verða patrúljurnar partur av einum fjølbroyttum og lívsjáttandi leguumhvørvi, har tey arbeiða saman og skapa vinabond, sum kunnu vara leingi. Patrúljurnar gera leguna til eina serliga uppliving, har samstarv og skótamentan verður raðfest.

bottom of page