Hjálparfólk
Hjálparfólk á Brekkuleguni 2025 eru sjálvboðin úr Føroyum, sum eru 18 ár ella eldri. Tey hjálpa til við ymsum praktiskum uppgávum og stuðla IST-limum og fyriskiparatoyminum við at fáa leguna at rigga so væl sum gjørligt.
Hjálparfólk koma at hjálpa til við fjølbroyttum uppgávum og eru vit vís í at har er ein uppgáva sum passar júst til tín! Tey koma millum annað at hjálp til við at vaska ves, rudda leguøki, standa náttarvakt, gera mat og nógv annað.
Hjálparfólk hava eisini tann møguleikan at velja hvørjar dagar tey fáa hjálpt. So til ber at velja teir dagarnar tað liggur bestfyri hjá tær. Eisini hava hjálparfólk møguleika at skriva í teiginum “Viðmerking”, um tey hava onkra ávísa uppgávu tey ynskja at hjálpa til við
Tað er ókeypis at luttaka sum hjálparfólk!
PS! Einans føroyingar kunnu luttaka sum hjálparfólk