top of page
Sovisalur
Sovusalarnir vera ikki bert í Leirvík, men eisini bygdum runt um. Ein sovisalur húsar í miðan 15-50 fólk og kunnu tit vænta at skulu deila sovisal saman við onkrum øðrum bólki. Sovisalurin verður deildur upp í gentir og dreingir, so gentir sova fyri seg og dreingir sova fyri seg.
Matur er ikki við, tá ið man velur sovisal, men tit hava atgongd til køk. Eisini hava tit atgongd til ves og brúsu.
Kostnaðurin fyri ein sovisal er broytiligur, men liggur í miðal á áleði 80,00 DKK fyri ein persón hvørja nátt.
bottom of page