top of page
16.png

Reglugerð á leguni

Sum ein leiðari og skóti kennir tú allarhelst til felstu reglurnar á einari legu. Tó við luttakarum frá ymiskum mentanum ynskja vit at tryggja okkum at øll eru væl kunnaði um reglurnar á leguni.
 
Vinarliga brúka nakrar minuttir til at lesa okkara reglugerð, virðing fyri hvørjum øðrum og hvussu vit tryggja okkum at øll fáa eina tryggja, góða og stuttliga legu.
Virðing fyri hvørjum øðrum
  • Vit hava virðing og eru blíð við øll sum luttaka á Brekkuleguni 2025

  • Brekkulegan er ein alkaholfrí- og óliglig stoff-frí lega. Hetta er hvørki loyvt á økinum ella uttanfyri økið.

  • Allir luttakarar, IST’arar, leiðarar, hjálparfólk og onnur skulu altíð vera so altíð vera í minst T-shirt og shorts og skulu ikki vísa kroppin ov nógv. Til svimjing og onnur vatn virksemi er tað tí loyvi at brúka vanlig svimjiklæðir.

  • Vaksin skulu ansa sær at ikki vera einsmøll saman við einum undir 18 ár

  • Øll hava ábyrgd av sínum egnum persónligu lutum. Vinarliga ansið eftir tykkara lutum og virði tað hjá øðrum. Tjóvarí av nøkrum slag verður ikki góðtikið. Hetta inniber at stjala merkir, fløgg og annað frá øðrum.

 

Reglugerð á leguni
  • Alkahol og ólóglig rúsevni eru ikki loyvd á leguni. Hvørki á leguøkinum ella uttanfyri leguøkið.

  • Boðfrá starvsfólki, fyriskiparum, leiðarum ella neyðhjálpartænastum skulu fylgjast beinanvegin.

  • Royking er bara loyvd á serstøkum økjum. Øskukoppar skulu brúkast, og sigarettstubbar mugu ikki latast liggja á jørðini. Aldursmarkið fyri at keypa og/ella nýta tubbaksvørur í Føroyum (íroknað nikotinposar/snús) er 18 ár.

  • Soviøkið skulu vera friðarlig frá 22:00 til 07:00.

  • Luttakarar kunnu ikki fara av Brekkulegu økinum uttan loyvi. Um tú ynskir at fara av leguøkinum, skalt tú boða leiðarinum frá.

  • Ongin hevur loyvi at taka súkklur ella akfør av nøkrum slag við á økið uttan loyvið frá Brekkuleguni (serlig akfør fyri fólk við serligum tørvi eru loyvd).

  • Tú skalt hava yvirkroppin fjaldan og vera í shorts ella langar buksur alla tí, tá ið tú ert saman við øðrum.

  • At gera bál sjálvi er strangliga bannað. Til matgerð skulu leiðbeiningarnar frá starvsfólkumog leiðarum fylgjast.

  • Tú skal bera títt Brekkulegan ID-kort allatíð (Uttan tá ið tú skalt í brúsu, sova ella serstøk loyvi vera givin frá Brekkulegu nevndini).

  • Djór eru ikki loyvd á Brekkuleguni uttan skrásettir hjálparhundar.

  • Tú er vælkomin at býta um ting við onnur á ein rættvísan hátt á Brekkuleguni. Tað er tó ikki loyvi at býta nakað um við pening!

Hvussu Brekkulegan arbeiðir við at skapa eina stuttliga, spennandi  og trygga legu

Brekkulegan leggur sera stóran dent á trivnaðin hjá øllum sum luttaka. Vit ynskja at Brekkulegan skal vera ein góð og minnisrík lega fyri øll sum luttaka -tað skal vera ein lega øll minnast gott aftur á!

 

Vit hava nógv starvsfólk ígongd allatíð fyri at skapa eitt gott umhvørvi. Starvsfólkini hjá okkum er altíð at hitta við einum smíli og ynskja tey at hjálpa tær/tykkum, so væl sum tey kunnu!

 

Vit koma eisini at hava samirittar á leguøkinum allatíð. Somuleiðis verður tað eisini ein lækni í bygdini, sum vit kunnu fáa fætur á í meðan legan verður. Um okkurt skuldi hent verður eitt telefonnummar upplýst, sum tit kunnu ringja til og fáa hjálp. Hetta er neyðtelefonin á Brekkuleguni. Um tað er okkurt bráfeingist, skalt tú ringja til neyðtelefonina í Føroyum sum er 112.

 

Leiðarin fyri eina patrúlju hevur ábyrgd av at patrúljan trívist og hevur tað gott. Tað er týdningarmikið at vit øll eru góð við hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum.

 

Saman gera vit Brekkuleguna til nakað heilt serligt, har øll trívast og hava tað gott!

bottom of page